Fer at kosta at ganga í Mykinesi

Fer at kosta at ganga í Mykinesi
Grannastevnan í Mykinesi hevur samtykt, at tað skal kosta 100 krónur at ganga uttan fyri bøgarðarnar
Framyvir verður ikki ókeypis at ganga uttan fyri bøgarðarnar í Mykinesi
 
08.04.2017 - 16:04

Í gjárkvøldið var grannastevna í Mykinesi. Har bleiv samtykt, at tað nú fer at kosta at ganga uttan fyri bøgarðarnar í Mykinesi. 

Prísurin verður 100 krónur fyri vaksin, 50 krónur fyri børn yvir seks ár, meðan børn undir seks ár sleppa ókeypis. 

Fólk, ið hava okkurt tilknýti til Mykines, skulu ikki gjalda. 

Tað var stórur meiriluti fyri uppskotinum at taka gjald fyri at ganga í Mykinesi, sambært Jacob Vestergaard, sýslumanni, sum leiddi grannstevnuna.

Arbeiðið, við at skipa Mykines sum gjaldsøki, byrjar beinavegin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672