Kostnaðurin mettur til 100 milliónir

Kostnaðurin mettur til 100 milliónir
Í januar í 2019 kann politiið í Føroyum flyta í politistøðina, sum skal innrættast í gamla BankNordik bygninginum í Húsagøtu í Havn
 
12.04.2017 - 11:06

Tá hevur politistøðin kostað danska statinum hundrað milliónir krónur. Arbeiðið at umbyggja og útbyggja skal bjóðast út í øllum ES-londum, tí staturin stendur fyri arbeiðinum.

Men føroysk byggivirki sleppa eisini at bjóða. John Kølbæk, fúti, sigur við útvarpið, at alt hetta árið fer til at gera verkætlanina og bjóða hana út.

Arbeiðið at bróta niður verður gjørt næsta vár, og so byrjar umbyggingin seint á vári ella tíðliga um summarið. Millum annað skal ein hædd byggjast omaná:

Ábøtur gerast fyri umleið 100 milliónir

Tað var í oktober í fjør, at Bygningsstyrelsen keypti bankabygningin og grannaognina fyri 41,5 milliónir krónur.

Avtalan við Tórshavnar býráð um keypið varð tó gjørd ein av fyrstu døgunum í árinum, men tað tók drúgva tíð at fáa pengarnar frá donsku fíggjarnevndini.

Politiið skal so leiga frá Bygningsstyrelsen. Og tað verður ikki bíligt, sambært John Kølbæk, fúta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852