Ov tætt millum Vinstra og "kvotakongarnar"

Ov tætt millum Vinstra og "kvotakongarnar"
Stjórnarflokurin Vinstri verður lagdur undir at hava ov tætt samband við sterkastu fyritøkurnar innan fiskivinnuna
Føringurin Gullak Madsen verður nevndur av Ekstra Blaðnum, sum ein av "kvotakongunum hjá Løkke".
 
13.04.2017 - 11:34

Tað er ikki bara í Føroyum, at tað er stríð um fiskivinnuna.

Í Danmark er stjórnarflokkurin, Vinstri, fyri hørðum atfinningar við ákærum, tí tað er ov tætt millum Vinstra og sterkastu reiðaríðini í landinum.

Ákærurnar er serliga vendar móti Esben Lunde Larsen, sum er ráðharri innan umhvørvi og matvøru. 

Danskir fjølmiðlarnir hava seinastu vikurnar víst á, at Esben Lunde Larsen hevur dult fyri Fólkatinginum 15 av 16 uppskotum, sum hansara aðalráð hevur gjørt um, hvussu sterku reiðaríni í Danmark kunna avmarkast.

Um somu tíð er komið fram, at sterkastu reiðaríni í Danmark - sokallaðu kvotakongarnir - hava rindað nógvan pening til stjórnarberandi flokkarnir í Danmark.

Eitt nú hevur reiðarin John-Anker Hametner rindað fýra milliónur krónur fyri ein part av partafelagnum, DayWork, sum Thomas Daneilsen - framsøgufólk hjá Vinstra innan fiskivinnuni - eigur saman við konu síni gjøgnum eitt haldfelag.

Harumframt hava fleiri reiðarí eisini latið stuðul til "Løkke-grunnin", sum forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen hevur stovnað.

Søgurnar í Danmark hava nerta við fleiri føroysk viðurskiftir.

Thomas Danielsen er hálvur føroyingur. Harumframt verða reiðararnir Gullak Madsen, Asbjørn Magnussen og Virgar Tindskar - sum allir koma úr Føroyum - nevndir av Ekstrablaðnum sum "kvotakongarnir hjá Løkke", tí teir hava allir latið pening til Løkke-grunnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590