- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland forðar fyri ST-samtykt
Russland forðar fyri ST-samtykt
Endamálið við samtyktini var at fáa gjørt eina kanning og fordøming av tí, sum verður hildið at vera eitt kemiskt álop í Sýria

13.04.2017 - 12:10
Rusland hevur lagt veto móti einari samtykt í Trygdarráðnum hjá ST, sum USA, Bretland og Frakland hava lagt fram.
Tað skrivar AFP tíðindastovan.
Endamálið við samtyktini var at fáa gjørt eina altjóða kanning og eina fordøming av tí, ið verður hildið at vera kemiskt álop í Sýria í farnu viku.
Nærum 90 fólk lótu lív í álopinum.
Bretland og Turkaland vilja vera við, at vandamikla nervagassin sarin varð nýtt í álopinum. Gassið er merkt sum hópoyðingarvápn.
USA og og fleiri vesturevropeisk lond vilja vera við, at stjórnin í Sýria hevði ábyrgdina av álopinum.
Sýriska stýrið hevur víst ákærunum aftur, og tað sama hevur Rusland, sum er sameindi Sýria.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























