235 metrar nú boraðir

235 metrar nú boraðir
Neyðugt er at tetta smærri lekar, nú 17 vikur eru gingnar síðani byrjað varð at bora Eysturoyartunnilin
Tilsamans 235 av teimum 11.500 metrunum í Eysturoyartunlinum eru nú boraðir, fýra mánaðir eftir at fyrsta skotið varð latið av
Mynd: estunlar.fo  
 
01.05.2017 - 14:47

Tilsamans eru nú boraðir 235 metrar í Eysturoyartunlinum, nú 17 vikur eru gingnar, síðani arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin byrjaði, upplýsir Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.

235 metrar svarar til umleið tvær ferðir longdina á grasvøllinum á Tórsvølli. Neyðugt er framvegis at tetta smærri lekar, sum verða tettir so hvørt, sigur tunnilsfelagið.

Fyrsta skotið streymoyarmegin varð latið av hósdagin í síðstu viku. Eysturoyartunnilin verður til samans 11,3 kilometrar langur, og skal ætlandi verða liðugur í 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595