Undirtøka fyri at leingja útbjóðingina

Undirtøka fyri at leingja útbjóðingina
Vinnunevndin tekur undir við, at leingja leitiloyvi á føroyska landgrunninum upp í fýra ár í senn
 
03.05.2017 - 08:04

Øll Vinnunevndin tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um fjórða útbjóðingarumfar at leita og framleiða kolvetni á føroyska landgrunninum, og at leingja leitiloyvi upp í fýra ár í senn.

Økið, sum Poul Michelsen skjýtur upp at bjóða út í fjórða útbjóðingarumfari, er umleið 32.000 ferkilometrar til víddar. Tað er eystan fyri Hetlandsrennuna og í ein útsynning úr Føroyum.

Broytast frá tveimum til fýra ár

Hóast 16 ár eru liðin, síðani fyrstu leitiloyvini vórðu latin, hevur tað ikki eydnast at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum. Hinvegin er staðfest, at ein virkin kolvetnisskipan er á føroyskum øki. 

Eftir galdandi lóg ber bara til at leingja leitingarloyvi tvey ár í senn, men nú er ætlanin at broyta kolvetnislógina soleiðis, at møguleiki verður at leingja loyvi fýra ár í senn, og hesum tekur ein samd vinnunevnd eisini undir við.

Alt leitingarskeiðið kann tó í mesta lagi vera 16 ár. Atkvøtt verður um hesi bæði málini í tinginum mánadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221