Nýtt forrit brúkast til royndirnar

Nýtt forrit brúkast til royndirnar
Próvstovan hevur gjørt av, at sama forrit ikki skal brúkast aftur til landsroyndirnar, eftir at royndin fyrradagin miseydnaðist
 
04.05.2017 - 13:26

Tá 9. og 10. flokkarnir fara til próvtøku í summar, skulu bara próvdómarar rætta uppgávurnar. Vanligt hevur annars verið, at tær hava verið rættaðar í forritinum eisini.

Skal landsroyndin halda fram, so má eitt nýtt forrit fáast til vega. Tað er úrslitið, eftir at talgilda landsroyndin miseydnaðist, og Próvstovan hevur gjørt av, at sama forrit skal ikki nýtast í framtíðini.

Próvstovan hevur sagt sáttmálan við fyritøkuna C-net upp. Tað hendi eftir at ætlaða landsroyndin í gjár miseydnaðist, tí forritið, ið skuldi nýtast til royndina, ikki virkaði.

Gamli sáttmálin farin úr gildi

Próvstovan hevur havt sáttmála við C-net, sum hevur veitt tænastuna til royndina, men nú er tann avtalan farin úr gildi, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni.

Talan var um forritið, Chamilo, sum ikki virkaði sum tað skuldi, men hví so var, veit stjórin á Próvstovuni ikki at siga. Chamilo er eitt útlendskt forrit.

Avgerð er samstundis tikin um, at ætlaða landsroyndin ikki verður nú, og um hon verður seinni, er ikki greitt. Men skal hon vera, so er neyðugt við einum nýggjum forriti.

SÍ EISINI Próvstovan dumpaði

Tað er ein politisk avgerð um landsroyndin skal vera, og um landsroyndirnar skulu halda fram, sigur Regin Marnersson. Próvtøkan í 9. og 10. flokkunum verður sum vanligt í summar, men heldur ikki tá verður forritið, Chamilo, nýtt.

Tað hevur við sær, at næmingarnir undir próvtøkuni kunnu skriva stíl á telduni, men stílurin verður síðani printaður út, koyrdur í ein brævbjálva og síðani latin einum próvdómara at rætta.

Tað metir stjórin á Próvstovuni ikki vera nakran trupulleika, tí Próvstovan hevur próvdómarar, sum taka sær av at rætta uppgávur, sigur hann. Tað, sum hevur týdning, er, at næmingarnir sleppa til próvtøku, so teir kunnu fara víðari á lívsleiðini, sigur stjórin á Próvstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590