Nýggj breyt til miðnámsskúlanæmingar

Nýggj breyt til miðnámsskúlanæmingar
Nú fer at bera til at taka búskaparbreyt á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Grundarlag er fyri at stovna eina búskaparbreyt á skúlanum
 
09.05.2017 - 08:36

Landsstýriskvinnan í mentamálum bað herfyri Miðnámsskúlan í Hovi um at kanna, um undirtøka var fyri at stovna eina búskaparbreyt. Nú eru umsóknirnar komnar inn.

Grundarlag er fyri at stovna eina búskaparbreyt á skúlanum. Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur í dag náttúrubreyt, hugbreyt og FHS-yrkisnám. Og í heyst byrjar eisini búskaparbreyt á skúlanum.

Kemur væl við í oynni

- Tað hevur alstóran týdning, at vit halda fram at menna útbúgvingartilboð um alt landið. Samgongan hevur sett sær sum mál at styrkja fólkavøksturin og fáa eitt javnari kynsbýti.

Ikki minst er hetta neyðugt í Suðroynni, har avbjóðingarnar eru størri enn í restini av landinum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í tíðindaskrivi.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur, at góð undirvísingartilboð fáa tey ungu at støðast og kveikja nýggjar vinnumøguleikar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449