Trúboðarar uttanlands somu rættindi sum í Føroyum

Trúboðarar uttanlands somu rættindi sum í Føroyum
Stór undirtøka í Rættarnevndini fyri uppskoti, sum skal hjálpa fólki, sum fara uttanlands at hjálpa fólki
Bæði samgongufólk og andstøðufólk taka undir við uppskotinum hjá Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum.
 
14.05.2017 - 13:20

Bæði samgongan og andstøðan í løgtinginum eru samd við Jógvan á Lakjuni, sum vil, at føroyskir trúboðarar uttanlands eiga at varðveita øll síni rættindi í Føroyum.

Øll í Rættarnevndini uttan Sonja Jógvansdóttir mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

Løgtingið fer at atkvøða um málið í morgin, tá onnur viðgerð er á dagsskránni.

Varðveita rættindi

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at gera lógaruppskot, sum skal tryggja, at føroyingar, sum eru uttanlands í trúboðanarvirki ella í øðrum hjálpargóðum og manngóðum arbeiði, varðveita øll síni vanligu rættindi í Føroyum. 

Jógvan á Lakjuni sigur, at hesi fólk eru ikki í heilsuskipanum ella trygdarskipanum, hvørki her heima ella uttanlands.

Tvær ferðir hevur Sjálvstýrisflokkinum havt uppskot um at broyta lógina um fólkayvirlit, so millum annað trúboðarar uttanlands ikki verða skrásettir at vera fluttir av landinum.

Men uppskotini vórðu ikki samtykt í løgtinginum.

Landsstýrið arbeiddi eisini við málinum tá, tað var í 2009 og 2010, men einki kom burturúr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391