Kostnaðurin mettur til 13 milliónir

Kostnaðurin mettur til 13 milliónir
Skjøtil er nú settur á størsta frílendisøkið í Føroyum. Økið fevnir um Boðanes og Hoydalar og er til samans 282.000 fermetrar til støddar
Tað fer at kosta minst 13 milliónir krónur at gera frílendisøkið við Boðanes/Hoydalar. Skal grót leggjast á eitt grótbrot fer tað at kosta minst 10 milliónir krónur meira
Mynd: Skíggjamynd úr frágreiðingini "Frílendið Boðanes Hoydalar"  
 
15.05.2017 - 16:42

Gøtur skulu gerast í økinum, ein grasvøllur skal gerast á fløtuni í Hoydølum, sum er 8.000 fermetrar, plantast skal nógvastaðni og fleiri pláss skulu gerast í økinum til ymisk endamál.

Talan er um eina ætlan, sum bæði landið og Tórshavnar kommuna skulu hava ábyrgdina av, og ein arbeiðsbólkur legði í dag ætlanina fram. Prísurin fyri at gera økið til frílendisøki verður mettur til slakar 13 milliónir krónur.

Prísurin kann gerast væl hægri, alt eftir hvat myndugleikarnir velja at gera við gamla grótbrotið á Boðanesi. Skal tað fyllast upp, so verður mælt til at fáa grótið til vega úr Eysturoyartunlinum, sum nú er í gerð.

Men verður valt at leggja tak á grótbrotið og nýta tað til annað endamál, sum onkuntíð er mælt til, so verður talan um nógv størri upphædd, meir enn 10 milliónir krónur aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709