Vøkstur á nøkrum farleiðum

Vøkstur á nøkrum farleiðum
Fleirð ferðafólk brúktu nakrar oyggjaleiðir hjá Strandferðsluni fyrsta ársfjórðingin. Færri ferðafólk brúktu tó Suðuroyarleiðina
Alsamt fleiri ferðafólk sigla við Teistanum, Ternuni og Sam. Tað vísa tøl frá Strandferðsluni fyri fyrsta ársfjórðing í ár
 
16.05.2017 - 11:34

Alsamt fleiri ferðafólk sigla við Teistanum, Ternuni og Sam. Tað vísa tøl frá Strandferðsluni fyri fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Góð 58.000 ferðafólk fóru við Teistanum um Skopunarfjørð fyrsta ársfjóðring í ár, sløk 1.600 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Við Ternuni um Nólsoyarfjørð sigldu góð 26.000 fólk fyrsta ársfjórðing í ár, tað eru góð 600 fleiri enn fyrsta ársfjórðing í 2016.

Minking á Suðuroyarleiðini

Eisini á Kalsoyarleiðini veksur ferðafólkatalið. Fyrsta ársfjórðing í ár sigldu góð 11.700 fólk við Sam um Kalsoyarfjørð, tað eru 1.200 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Hinvegin er afturgongd í ferðafólkatalinum hjá Strandferðsluni við Suðuroyarleiðini, Skúvoyarleiðini og Fugloyar-og Svínoyarleiðini.

900 ferðafólk færri sigldu um Suðuroyarfjørð, á Skúvoyarleiðini vóru 300 ferðafólk færri og á Fugloyar- og Svínoyarleiðini vóru 250 færri ferðafólk, vísa hagtøl hjá Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449