Revsilógin dagførast

Revsilógin dagførast
Um fimm ár er ætlanin, at Føroyar hava eina nýggja revsilóg. Løgtingið hevur júst samtykt at herða lóggávuna um kynslig brotsverk
 
17.05.2017 - 07:39

Á heysti 2015 samtykti Løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og endurskoða revsilógina. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur nú sett sjøtul á arbeiðið.

Semja er um at dagføra alla revsilógina næstu fimm árini. Revsilógin er í tveimum pørtum, ein serligur partur og ein almennur partur eru í lógini.

SÍ EISINI Vilja herða revsingina

Í serliga partinum eru millum annað kynslig brotsverk, fíggjarbrotsverk og brotsverk móti almennum myndugleikum. Hesin parturin verður dagførdur fyrst.

Í almenna partinum eru treytirnar fyri at revsa fólk fyri brot á lógina, til dømis aldurin hjá brotsfólkum og ríkisborgaraskapurin.

Almenni parturin skal vera dagførdur í 2021, sigur løgmaður. Løgtingið hevur júst samtykt at herða lóggávuna um kynslig brotsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026