Saksaberg seldur av landinum

Saksaberg seldur av landinum
Nótaskipið Saksaberg er selt til Danmarkar, har tað nú skal upphøggjast
Nótaskipið Saksaberg, ið hevur ligið í Norðragøtu síðani 2014, er selt til Esbjerg til upphøggingar
 
17.05.2017 - 16:46

Nótaskipið Saksaberg liggur nú í Esbjerg, hagar hann er seldur fyri 650.000 krónur. Smedegaarden A/S keypti skipið, sum skal upphøggjast.  

Saksaberg hevur ligið í Norðragøtu síðani 2014, men 10. mai fór hann haðani til Danmarkar. Saksaberg er bygdur í Noregi í 1973.

Desin í Syðrugøtu, sum er dótturfelag hjá Varðanum, átti Saksaberg. Saksaberg varð keyptur til Vágs úr Hetlandi í 1996.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454