Loysnin óneyðuga dýr

Loysnin óneyðuga dýr
Ongar haldgóðar grundgevingar eru fyri, hví Fróðskaparsetrið eigur at flyta í Sjóvinnuhúsið heldur enn á Frælsið, siga nøkur starvsfólk
Tað er ein óneyðuga dýr loysn at flyta virksemið hjá Setrinum í Sjóvinnuhúsið heldur enn í lonir á Frælsinum, sigur Náttúruvísindadeildin í skrivi til leiðsluna
 
24.05.2017 - 18:21

At flyta partar av Setrinum í Sjóvinnuhúsið er ein óneyðuga dýr loysn, og ongar haldgóðar grundgevingar eru givnar fyri, hví loysnin verður vald framum loysnina við bíligari undirvísingarlonum á Frælsinum.

Tað sigur Náttúruvísindadeildin á Setrinum millum annað í skrivum til leiðsluna á Setrinum. Hølistørvurin og alternativar loysnir uppá plásstrotið á Setrinum er ikki kannað nóg væl, heldur deildin.

SÍ EISINI Flyting kostar Setrinum 10 milliónir

Samskifti hevur verið millum Náttúruvísindadeildina og leiðsluna á Setrinum um eina alternativa loysn til hølistrupulleikarnir hjá Setrinum, heldur enn at flyta Náttúruvísindadeildina og Sjúkrarøktarfrøðideildina í Sjóvinnuhúsið. 

Náttúruvísindadeildin vísir í fleiri teldupostum til leiðsluna á, at ein betri og, sambært teimum, nógv bíligari loysn hevði verið at bygt eina undirvísingarlon á Frælsisvøllin og haraftrat ókeypis at yvirtaka undirvísingarlonina í Hoydølum, sum Mentamálaráðið eigur.

Kostar 55 milliónir yvir 10 ár

Við báðum lonunum kunnu 32 høli fingist til vega. Tað fer, sambært teimum, at kosta 13 milliónir í mun til ætlanini at flyta í Sjóvinnuhúsið, ið fer at kosta 10 milliónir at innrætta og haraftrat 4,5 milliónir í leigu um árið - 55 milliónir yvir 10 ár.

Hetta er ikki bara eitt leyst hugskot sum Náttúruvísindadeildin kemur við, tí deildin hevur sent fleiri teldupostar til setursleiðsluna um ymsar lonarloysnir.

Viðheftir eru faldarar til veitarar av slíkum lonum, og kostnaðarútrokningar, sum millum annað fevna um mettan kostnað fyri flutning, turrlegging av Frælsisfløtuni og grund. 

Kann byggjast út so hvørt

Náttúruvísindadeildin vísir á, at við lonarloysnini verður undirvísingarvirksemið savnað á økinum við Frælsið, og at hetta er í nógv betri tráð við ætlanunum, sum Setrið og Mentamálaráðið hava havt um at gera kampus á Frælsinum, og savna alt virksemið har. 

Deildin vísir í telduposti eisini á, at ein fyrimunur, við at velja lonarloysn, er tann, at til ber at byggja út so hvørt hølistørvurin økist, og møguleiki er eisini fyri við tíðini at byggja út og møguliga at byggja lonirnar upp í Venjingarskúlan, sum verður tómur um nøkur ár.

Tað tykist sum, at leiðslan hevur verið jalig um alternativ hugskot til Sjóvinnuhúsið. Í aftursvari um lonarloysnurnar takkar leiðslan fyri áhugan og hugskotini til aðrar loysnir.

Fáa meira pláss í Sjóvinnuhúsinum

Í telduposti vísir leiðslan á bæði fyrimunir og vansar við Sjóvinnuhúsinum. Har sæst, at Setrið fær nógv fleiri fermetrar í Sjóvinnuhúsinum, nevniliga smáar 4.000 mótvegis 1.200 í lonunum.

Men talið av undirvísingarhølum verður nærum tað sama - millum 10-14. Tó verður møguleiki fyri nógv fleiri skrivstovum í Sjóvinnuhúsinum.

Hóast hetta samskifti heldur Náttúruvísindadeildin seg ikki hava fingið eina haldgóða grundgeving fyri, hví hendan loysnin, ella ein onnur alternativ og bíligari loysn ikki er vald í staðin fyri, at Sjóvinnuhúsið annað enn at avgerðin er tikin av setursleiðsluni í tøttum samstarvi við Mentamálaráðið. 

SÍ EISINI Næmingar og starvsfólk eru ónøgd við Sjóvinnuhúsið

Náttúruvísindadeildin viðurkennir, at stórt høllistrot er, men vísir á, at ongin kanning av hølunum hjá Fróðskaparsetrinum, er gjørd i seinastuni.

Tað kundi hugsast, at hølini kundu nýtast betur, og ein kanning eigur at verða gjørd, fyri at finna bestu loysnina uppá hølistrotið, skrivar deildin í skrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Guðstænasta úr Argja kirkju
185465
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283