Samgongan má taka andstøðuna við

Samgongan má taka andstøðuna við
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, heitir á samgonguna um at royna at fáa eina breiða semju um fiskivinnunýskipanina
Verður tað ikki ein breið semja, er bara ein spurningur um at fáa løgtingsval, so verður alt broytt aftur, sigur Jørgen Niclasen.
 
25.05.2017 - 10:43

At halda andstøðuna uttanfyri kann bara geva baksláttur og hava við sær, at ein nýggj fiskivinnuskipanin verður broytt aftur eftir næsta løgtingsval.

Tað sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen.

- Teir kunna ikki koyra eina nýggja skipan ígjøgnum við 17 atkvøðum, um teir hava allar 16 standandi á einum fronti hinumegin. Tí so er bara ein spurningur um at fáa løgtingsval, so verður alt broytt aftur, sigur Jørgen Niclasen,

Trý uppskot um fiskivinnunýskipan verða nú løgd fyri vinnunevndina í Løgtinginum. Eitt uppskot hjá samgonguni, eitt hjá Sambandsflokkinum og eitt hjá Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen vónar, at tað eyðnast at finna eina semju millum øll hesi uppskotini.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938