Føroyar fáa nú mannarættindaráð

Føroyar fáa nú mannarættindaráð
Nýggja ráðið skal fylgja við mannarættindastøðuni í landinum og lýsa mannarættindastøðuna
 
26.05.2017 - 09:48

Føroyar fáa nú eitt ráð, sum skal ansa eftir, at mannarættindini verða hildin.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum, Poul Michelsen, fekk mikudagin eitt tilmæli um, hvussu eitt mannarættindaráð kann verða skipað í Føroyum.

Føroyar hava oftari enn eina ferð fingið viðmerkingar frá serfrøðinganevndunum hjá ST um, at Føroyar ikki hava ein óheftan eftirlitsstovn á mannarættindaøkinum.

Arbeiðsbólkur verið í gongd í eitt ár

Poul Michelsen setti tí á vári í fjør ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um, hvussu Føroyar kunnu skipa slíkt óheft eftirlit.

Nýggja ráðið skal fylgja við mannarættindastøðuni í landinum og lýsa hana, geva almennum myndugleikum ráð og arbeiða saman við stovnum, felagsskapum, skúlum, Fróðskaparsetrinum og øðrum. Ráðið skal serliga leggja dent á rættindini hjá teimum, sum bera brek.

Í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi álitið um mannarættindaráðið, vóru Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, Súsanna Nordendal, fulltrúi í Almannamálaráðnum, Gudrun Nolsøe, fulltrúi á Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni og Margretha Nónklett, fulltrúi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906