Vørn ætlar at taka veiðiloyvini aftur

Vørn ætlar at taka veiðiloyvini aftur
Hanus Hansen fekk fríggjadagin boð frá Vørn um, at veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi skulu kallast aftur tann 26. juni
 
11.06.2017 - 13:21

Hanus Hansen, reiðari fekk fríggjadagin boð frá Vørn um, at umstríddu veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi skulu kallast aftur tann 26. juni á middegi.

Skipini hava fiskað svartkjaft uppá veiðiloyvini hjá línuskipunum Helenu og Eysturoyini, og stórt politiskt og fyrisitingarligt  rumbul hevur verið og er um ta avgerðina, tí flytingar av slíkum veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip eru kolldømd av løgtingsins umboðsmanni fyri fleiri árum síðani.

Óla Jákup Kristoffersen, advokatur hjá Hanusi Hansen reiðara sigur í stuttari viðmerking, at fráboðanin frá Vørn eftir hansara tykki ikki er samsvarandi fyrisitingarlógina, tí hóast reiðaríið fær freist at koma við hoyringarsvari tann 23. juni, so stendur í fráboðanini, at avgerðin um at flyta veiðiloyvini á Næraberg og Slættaberg verður sett úr gildi á middegi 26. juni.

- Hetta er hol í høvdið, tí so er avgerðin longu tikin, hóast vit skulu eitast at fáa høvi at koma við hoyringarsvari, sigur advokaturin.

Óla Jákup Kristoffersen vil ikki siga, hvat reiðaríið nú fer at gera, ella hvat tey fara at grundgeva fyri í hoyringarsvarinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786