Kappróðurin verður 28. juni

Kappróðurin verður 28. juni
Kappróðrarsambandið hevur tikið avgerð um at flyta kappróðurin á Sundalagsstevnu til 28. juni
 
18.06.2017 - 21:47

Tað eydnaðist ikki at avgreiða kappróðurin á Sundalagsstevnu í gjár, tí hvirlurnar í støðum vóru upp í 18 metrar um sekundið. Tí varð róðurin í fyrsta umfari fluttur til í morgin, týsdagin 19. juni.

Í Suðuroy vóru tey misnøgd við tað. Har hava fólk sína dagligu gongd í skúla og til arbeiðis, og suðuroyingar kendu seg av somu orsøk noyddar at melda avboð.

Nú er kappróðurin so fluttur til mikudagin 28. juni ístaðin, so atlit verða tikin til so nógvar rógvarar sum tilber.

- Vit harmast um tað órógv hetta hevur havt við sær og vóna, at hetta kann skapa frið aftur um róðurin, skrivar Kappróðrarsambandið á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083