Sí upptøkuna: Oyggjaleikirnir settir

bannari
Sí upptøkuna: Oyggjaleikirnir settir
Í dýrdarveðri vórðu 17. oyggjaleikirnir settir í Visby í Gotlandi fyrr í kvøld. Her er ein samandráttur frá setanini
Lív Mortensen/Ragnar A. Jacobsen
24.06.2017 - 21:33

Lagið var líka gott sum veðrið, og føroysku íðkararnir settu sín dám á skrúðgonguna, tá umboðini frá øllum oyggjunum gingu frá Østerport til Strandgårdet, har oyggjaleikirnir vórðu settir. 

Absalon Hansen, sum hevur verið við á flestøllum leikum síðan byrjanina í 1985, bar Merkið. Beint aftanfyri hann gekk yngsti luttakarin hesaferð, 13-ára gamla Rebekka Ingadóttir Rein, sum bar føroyska vatnið til hátíðarhaldið, har vatn úr øllum oyggjunum varð samanrunnið.

Í morgin skulu fyrstu føroysku íðkararnir í eldin, eitt nú skulu landsliðini í bæði flogbólti og kurvabólti spæla sínar fyrstu dystir, og harumframt er eisini bogaskjóting, skjóting, triathlon og frælsur ítróttur á skránni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114