- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg fái nærum vaml, tá eg síggi Landssjúkrahúsið
Sanna Hansen er ein av teimum fáu ljósmøðrunum, sum ikki eru blivnar sjúkrameldaðar enn. Men hon hevur longu sjúkueyðkenni, sum týða á strongd.
- Tað ávirkar mín svøvn, tí hendan støðan er so ørkymlandi. Eg liggi vakin onkrar nætur, og so eri eg illa uppløgd, sigur hon við Kringvarp Føroya á føðideildini í dag.
SÍ EISINI: Sjúkrasstjórin: Ljósmøðurnar hava sett órímilig krøv
Í gjár blivu tvær ljósmøðrar sjúkrameldaðar, so talið nú er 16 sjúkrameldaðar ljósmøður. Hetta ber við sær, at Sanna Hansen noyðist at arbeiða saman við avloysarum, sum ikki kenna føroysku arbeiðsgongdirnar og tørva hjálp, til tess at fáa arbeiðsdagin at ganga upp í eina hægri eind.
- Í gjár var ein akuttur keisaraskurður. Avloysarin megnaði ikki at loysa hesa uppgávu, tí hon ikki hevði roynt tað áður. Tað er tyngjandi fyri okkum, sigur hon.
Stressandi umhvørvi
Sanna Hansen hevur arbeitt sum ljósmóður í 29 ár á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur ongantíð áður upplivað, at arbeiðsumhvørvið hevur verið so keðiligt.
- Eg havi onga langtíðar sjúkramelding havt, og eg eri takksom fyri fyri, at eg havi eina góða heilsu, sigur hon.
Men góða heilsan er hótt, tí hon ikki longur trívist í arbeiðsumhvørvinum á føðideildini.
- Nú eri eg við at bukka undir, tí hetta er bara for strævið. Tað er tætt við, at fái vaml, tá eg nærkist landssjúkrahúsinum.
Sanna Hansen vóna, at ein loysn kemur í lag, so hon kann røkja arbeiðið, hon elskar.
- Um eingin loysn kemur, so sindrast hetta burtur.