Útivið hálva milliard í vinnuni

Útivið hálva milliard í vinnuni
Hollendingar hava gjørt íløgur fyri 450 milliónir krónur í føroysku fiskivinnuna og eiga í 18 skipum, vísir innit, Kringvarpið hevur fingið
 
06.07.2017 - 13:21

Umboð fyri danska forsætismálaráðið og hollendsku sendistovuna hava verið á fundi um føroysku fiskivinnunýskipanina. Danmark fer ikki at blanda seg í føroysk mál, hóast danski forsætisráðharrin er samdur við støðu Hollands í málinum um fiskivinnunýskipanina.

Tað vísir skjal, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í. Hollendska sendistovan sendi fyrst í juni danska forsætismálaráðnum teldupost, har sagt var, at hollendska stjórnin var sera ørkymla um føroysku ætlaninar um fiskivinnunýskipan.

20. juni var fundur millum donsk embætisfólk og hollendska sendiharran. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, varð eftir fundin kunnað um innihaldið á fundinum.

Serliga eitt stórt felag

Í telefonnotati eftir samrøðuna millum løgmansstjóran og eitt danskt embætisfólk, skrivar Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, at:

"Boðskapurin hjá hollendska sendiharranum var, at hollendska vinnan og almennir mynduleikar eru sera illa við av uppskotinum hjá landsstýrisnum at seta forboð fyri útlendskum kapitali í fiskivinnuni."

Serliga er tað eitt stórt hollendskt felag, sum hevur gjørt íløgur fyri áleið 450 milliónir krónir í 18 skip og eigur eitt uppsjóvarvirki. Hollendski sendiharrin staðfesti, at Føroyar hava heimild at seta slíkar reglur í gildi, men tað kemur sera illa við hjá teimum.

Ó-føroyskur arbeiðsháttur

Hesar reglur eru ikki í samljóði við evrpeiska mátan at arbeiða uppá, har holdningurin er, at opna meira upp fyri samhandli og samstarvi.

Tað kemur eisini fram í telefonnotatinum hjá løgmansstjóranum, at sendiharrin heldur, at hetta kann koma at ávirka framtíðar fiskivinnusamráðingar við ES.

Holland er jú partur av ES-samráðingum. Og at seta slíkar reglur í gildi fer ikki at økja um good will-kapitalin hjá Føroyum, stendur í notatinum.

Danmark kann ikki blanda seg

Sambært notatinum, so hava embætisfólkini í forsætismálaráðnum gjørt hollendska sendiharranum greitt, at Danmark ikki kann blanda seg í føroysk mál, hóast danski forsætismálaráðharrin var samdur við støðu Hollands í hesum máli.

Kringvarpið hevur eisini biðið um innlit í samskifti við íslendska uttanríkisráðharran og føroyska uttanríkisráðið um fiskivinnunýskipanina. Føroyska uttanríkisráðið vil ikki lata innlit í samskiftið við íslendska uttanríkisráðharran

Uttanríkisráðið vísir til, at talan er um uttanríkispolitisk áhugamál fyri Føroyar. Íslendsku mynduleikarnir hava eisini heitt á føroyska uttanríkisráðið, um ikki at lata alment innlit í samskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179