Suðurgrønland á lista yvir heimsarv

Suðurgrønland á lista yvir heimsarv
Eitt landbúnaðarøki í Suðurgrønlandi hevur fingið pláss á listanum hjá UNESCO
 
10.07.2017 - 09:37

Grønland hevur nú fingið pláss á listanum hjá ST-felagsskapinum, UNESCO, fyri heimsarv, skriva grønlendskir fjølmiðlar. Tað er landbúnaðarøkið Kujataa, ið er komið á listan.

Økið er har Eirikur Reyði og Leivur heppni búðu, og verður í dag rikið sum landbúnaðarøki, umframt at fleiri toftir frá víkingum finnast har.

Fýra onnur Norðurlond á listanum

Økið, ið er komið á listan hjá UNESCO, er 350 ferkilometrar til støddar og fevnir um fimm øki við firðirnar á leiðini við Tunulliarfik og Igaliku-fjørðin.

Avgerðin um, at Kujataa skuldi á listan hjá UNESCO, varð tikin á ársfundinum, sum var í Krakow í Pólandi, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Onnur øki í Norðurlondum, ið eru á listanum hjá UNESCO fyri heimsarv, eru Tingvellir í Íslandi, Kronborg í Danmark, Bryggen í Bergen í Norra og gamli býarparturin í Visby á svensku oynni Gotlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086