Ásetingar um uppboðssølu skjótt klárar

Ásetingar um uppboðssølu skjótt klárar
Fiskimálaráðið lýsir í næstum kunngerðina, ið ásetur, hvussu uppboðssølan av veiðirættindum verður skipað í 2017
 
10.07.2017 - 10:40

Størsta broytingin í 2017, samanborið við 2016, er, at fleiri kunnu bjóða seg fram at keypa. Eigarar av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, kunnu keypa í 2017.

Somuleiðis kunnu feløg eisini keypa, ið skjalprógva avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi veiðir keyptu kvotuna.

Sølan verður skipað um tveir søluhættir: Opin uppboðssøla og afturlatin uppboðssøla. Fiskamarknaður Føroya stendur fyri tí opnu uppboðssøluni, og Vørn stendur fyri tí afturlatnu.

SÍ EISINI Minni á uppboðssølu

Umleið helvtin av søluni, roknað í tonsum, verður boðin út á hvørjum stað. Tær smæstu nøgdirnar verða bodnar út í einari seriu (umfari), meðan tær størstu kunnu verða bodnar út í upp til trimum serium (umførum) á hvørjum stað.

614 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum, og 2.213 tons av botnfiski í rusiska partinum av í Barentshavinum, verða seld á uppboði.

Av uppsjóvarfiski verða 10.894 tons av makreli boðin út, 54.594 tons av svarkjafti og 53.000 av norðhavssild, sæst á heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343