Nú fær almenningurin innlit

Nú fær almenningurin innlit
Seinnapartin kemur niðurstøðan hjá løgfrøðingi í nógv umrødda skattamálinum hjá Eik banka
Í dag fæst at vita, hvørja niðurstøðu løgfrøðingur hevur gjørt av handfaringini hjá TAKS í nógv umrødda skattamálinum hjá táverandi Eik banka
Mynd: Samansettar myndir/kvf.fo  
 
18.07.2017 - 11:13

Í dag fæst at vita, hvørja niðurstøðu Bárður Larsen, løgfrøðingur, hevur gjørt av handfaringini hjá TAKS í nógv umrødda skattamálinum hjá Eik banka.

Tí seinnapartin verður niðurstøðan í kanningini almannakunngjørd. Fíggjarmálaráðið setti í mars mánaði Bárð Larsen, løgfrøðing, at gera eina kanning av handfaringini hjá TAKS av málinum.

Fíggjarmálaráðið fekk kanningina 30. juni, og hevur sostatt havt kanningina í meira enn tvær vikur. Kanningin hevur eisini verið hjá Eik, sum nú eitur Betri, til hoyringar.

Kanningin av TAKS og skattamálinum verður almannakunngjørd um tvey tíðina seinnapartin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493