Grønlendingar fáa eingi sjókort

Grønlendingar fáa eingi sjókort
Stovnurin, sum skal gera kortini, er fluttur til Aalborg, og bara eitt av starvsfólkunum er flutt við
Málið um vantandi sjókortini hevur vakt ans millum danskar og grønlendskar politikarar
Mynd: ingeniøren.dk  
 
07.08.2017 - 09:11

Danskir myndugleikar klára ikki at halda sítt egna lyfti til grønlendingar um at gera nýggj, talgild sjókort.

Fyri átta árum síðani lovaði danska stjórnin, at stovnurin Geo'data'styrelsen skuldi gera 73 nýggj sjókort, og at tey skulu vera liðug, áðrenn 2018 er runnið.

Men higartil eru bara 32 av teimum 73 sjókortunum gjørd, og arbeiðið er nú fullkomiliga steðgað upp, skrivar Politiken.

Sambært blaðnum er orsøkin, at danska stjórnin hevur flutt Geo'data'styrelsen úr Keypmannahavn til Aalborg, og bara eitt av teimum 15 starvsfólkunum, sum burturav arbeiddu við at gera grønlendsku sjókortini, hevði hug at flyta við stovninum til Aalborg.

Førleikin burtur

Sambært Geo'data'styrelsen eru førleikarnir at gera hesi kortini nú burtur, og hóast stovnurin roynir at seta nýggj fólk við, so tekur tað drúgva tíð, helst fleiri ár. Tí verða eingi sjókort gjørd fyribils.

Málið vekir ans, bæði millum grønlendskar og danskar politikarar. Sjókortini hava týdning, tí uttan tey sigla skip at kalla í blindum.

- Eg havi fyrr víst á, at hetta kann í síðsta enda kosta mannalív, sigur Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingslimur fyri Inuit Ataqatigiit, við Politiken.

Andstøðan: Hetta er ein gøla

Andstøðan í danska fólkatinginum sigur, at málið um grønlendsku sjókortini er ein gølu, og danski Javnaðarflokkurin og Eindarlistin krevja stjórnina eftir eini frágreiðing.

Danski veðurlags- og orkumálaráðharrin, Lars Christian Lilleholt, harmast støðuna.

- Sjókortini verða seinkað, og tað harmist eg um. Enn er ov tíðliga at siga, nær kortini verða liðug, sigur hann við Politiken.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Róin - spælimaðurin við heimsins enda
202545
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554