Virki noydd at lata nógv fyri makrel á uppboði

Virki noydd at lata nógv fyri makrel á uppboði
Fyrstu virkini hava bjóðað upp á fiskirættindi á uppboðssølu. Bæði vísa á sama veiðilloyvið, tað hjá Fram
Fram skal fiska makrelin hjá Vestmanna Seafood og Pelagos
 
23.08.2017 - 12:49

Fyrstu virkini, sum keyptu fiskirættindi á uppboði, noyddust at lata ein høgan prís fyri makrel.

Bæði virkini brúka veiðiloyvið hjá sama skipi, sum er Fram. 

Virkisleiðarin á Pelagos fegnast um, at nú kappast virki í landi og framleiðsluskip á jøvnum føti: 

Fyri fyrstu ferð keyptu virki fiskirættindi á uppboði hjá Fiskimálaráðnum í gjár.

3,11 kr. fyri kilo

Vestmanna Seafood og Pelagos í Fuglafirði keyptu ávikavist 200 og 500 tons av makreli fyri 3,11 kr. kilo í gjár.

Tá tað, sum Fiskamarknaðurin skal hava fyri at selja, kemur afturat, er prísurin uppi á 3,15 kr. fyri kilo.

Tað er ov nógv, heldur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos. 

Hann kundi hugsað sær, at prisurin fyri kilo var um tvær krónur.

Í løtuni letur Pelagos fýra-fimm krónur fyri kilo av makreli, men prísurin hækkar seinni í summar og í heyst. 

Avtalu við sama skip

Bæði virkini hava avtalu við reiðariið hjá Fram um, at Fram fiskar makrelin fyri virkini. 

Hvørki Fríðin Ziskason ella Eyðun Olsen, stjóri í Vestmanna Seafood, vilja gera samrøðu um keypini í gjár.

Fríðin Ziskason sigur, at nú er kappingarførið hjá virkjunum betri, nú tey kunnu bjóða á uppboðssølu eins og skipini, sum virka makrelin umborð, altíð hava kunnað.

Virkini bæði hava longu goldið fyri fiskirættindini, tey keyptu í gjár.

Men fiskurin er ikki fiskaður enn. 

Fram keypir fyri sama prís

Fríðin Ziskason sigur, at Fram keypir makrelin hjá Pelagos fyri sama prís, sum Pelagos gav fyri hann.

Men Pelagos hevur tryggjað sær, at makrelurin, 500 tons, verður landaður til Pelagos.

Eyðun Olsen er ikki so tíðindafróður um keypið hjá Vestmanna Seafood í gjár ella um avtaluna millum Vestmanna Seafodd og Jókin, sum eigur Fram. 

Bæði virkini hava meldað seg til allar sjey uppboðssølurnar, sum eru eftir í í ár. 

Men um tey fara at bjóða, er ikki avgjørt enn, siga Fríðin Ziskason og Eyðun Olsen.

Virki, sum bjóða á uppboðssølu, skulu vísa á eitt skip, sum hevur veiðiloyvi, sum skal brúka rættindini, virkið keypir.]]

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477