Ein leiðsla fyri sjúkrahúsverkið

Ein leiðsla fyri sjúkrahúsverkið
Stjórin á Landssjúkrahúsinum skal vera forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið.
 
24.08.2017 - 14:21

Sjúkrahúsverkið skal nú hava eina leiðslu, og tað verður stjórin á Landssjúkrahúsinum, sum verður forstjóri fyri sjúkrahúsverkið.

Tað hevur landsstýriskvinnan í Heilsumálum gjørt av.

Avgerð er tikin um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri, stendur í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum.

Bygnaðurin frameftir verður eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og við tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Stjóratoymið ger sínamillum greitt ábyrgdarbýti.

Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, verður lýst leyst til setan skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2018, sæst í tíðindaskrivinum frá heilsumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869