Trump biður um millardir til Texas

Trump biður um millardir til Texas
Kongressin fer væntandi at samtykkja hjálpina í næstu viku
 
01.09.2017 - 06:02

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at biðja kongressina um slakar seks milliardir dollarar, ella umleið 38 milliardir krónur í okkara peningi, til hjálpartiltøk eftir ódnina Harvey.

Tað upplýsir ein ónevndur embætismaður fyri AP-tíðindastovuni.

Uppskotið tryggjar, at farast kann undir at rudda upp eftir ódnina, sum rakti statin Texas serliga meint. 

Neyðugt er við nógv fleiri pengum, men tær fyrstu milliardirnar røkka til uppruddingararbeiði í nakrar vikur og onnur hjálpartiltøk.

Republikanararnir í umboðsmannatinginum hava sagt, at teir eru fúsir at bera skjótt at, so meinast raktu økini fáa hjálp beinan vegin.

Atkvøða í næstu viku

Uppskotið hjá Trump verður sent kongressini í dag, og væntandi fara bæði senatið og umboðsmannatingið at atkvøða í málinum í næstu viku.

Reuters skrivar, at væntandi verður rokningin fyri Harvey líka stór sum eftir ódnina Katrinu í 2006, sum verður mett at vera størsta náttúruvanlukka í USA nakrantíð.

Arbeiðið at rudda upp eftir Katrinu kostaði umleið 110 milliardir dollarar, ella 690 milliardir krónur í okkara peningi. 

Hjálpartiltøkini eftir ódnina Sandy í 2012 kostaðu 54 milliardir dollarar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262