Nýggj kirkja alt ov høg. Byggiloyvið aftur í nevnd

Nýggj kirkja alt ov høg. Byggiloyvið aftur í nevnd
Nýggja kirkjan á Glyvrum er ov høg sambært byggisamtyktini. Umsóknin um byggiloyvi fór aftur í nevnd
Kirkjan verður ov høg sambært byggisamtyktini.
 
04.09.2017 - 07:42

Nýggja kirkjan, sum skal byggjast á Glyvrum, er alt ov høg eftir byggisamtyktini fyri økið.

Byggisamtyktin loyvir kirkjubygging við Glyvraveg, men mesta loyvda hæddin er 8,5 metrar.

Nýggja kirkjan verður 21 metrar høg vestanfyri og 17 metrar eystanfyri.

Runavíkar býráð viðgjørdi fyri einari viku síðani umsókn um byggiloyvi til kirkjuna á Glyrum.

Vil ikki broyta byggisamtyktina

Tekniska deild hjá býráðnum mælti til at broyta byggisamtyktina, so kirkjan kann byggjast har, sum ætlanin er at byggja hana, ella gera serstaka byggisamtykt, sum loyvir hægri bygging enn 8,5 metrar.

Men tað heldur Byggi- og býarskipanarnevndin hjá býráðnum ikki vera skilagott. 

Hon heldur tað ikki vera ráðiligt at byggja so høgan bygning fram við høvuðsvegnum.

Nevndin heitti á Teknisku deild at koma við øðrum uppskotum um, hvar nýggj kirkja kann byggjast á Glyvrum.

Býráðið samtykti síðsta mánadag at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina og samráðast við kirkjuráðið um málið.

Kirkjan við Glyvraveg verður 1140 fermetrar stór. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928