Funnu ikki bátin í Skopunarfirði

Funnu ikki bátin í Skopunarfirði
Fara at gera eina nýggja roynd seinnapartin í dag
 
05.09.2017 - 11:33
Heldur ikki í gjár eydnaðist Brimli at fáa myndir av bátinum sum sakk í Skopunarfirði hósnáttina. Tað eydnaðist at fáa upptøkutólið niður á botn, men vindur og streymur gjørdu, at ongar myndir fingust av bátinum. Báturin liggur á 70 til 100 metra dýpi í Skopunarfirði. Hann liggur í eini íðu, og har rekur alla tíðina, so tað er torført at arbeiða í økinum. Ætlanin er at halda fram við royndini at fáa myndir av bátinum, fyri at vita hvørjum standi hann er í. Ætlanin er gera eina roynd aftur seinnapartin í dag tá kyrrindi eru. Í morgin kl. fimm seinnapartin verður Sjóforhoyr í rættinum um hendingina hósnáttina tá farmaskipið Mykines og báturin bóru saman í Skopunarfirði. Tveir mans vóru við bátinum. Annar var bjargaður, meðan hin ikki kom afturíaftur.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598