Paris og Los Angeles OL-vertir í 2024 og 2028

Paris og Los Angeles OL-vertir í 2024 og 2028
Høvuðsstaðurin í Fraklandi, Paris, verður vertur fyri Olympisku Leikunum í 2024, og Los Angeles verður vertur fyri OL í 2028
 
14.09.2017 - 07:13

Tað hevur altjóða Olympiska nevndin samtykt.

Hetta er fyrstu ferð, at tveir býir verða tilnevndir í senn, og høvuðsorsøkin er minkandi áhugi fyri at skipa fyri heimsins størsta ítróttartiltaki, skrivar Ritzau.

Stórbýir, sum Hamburg, Rom, Budapest og Boston avgjørdu tíðliga í tilgongdini at taka aftur umsókn sína um OL í 2024, og so stóð valið at enda bara millum Paris og Los Angeles.

100 ára hátíðarhald

Vanliga verður OL-verturin tilnevndur sjey ár frammanundan, men nú fær Los Angeles 11 ár til at fyrireika seg í. Tað verður triðja sinni, at Los Angeles er vertur fyri summar-OL.

Eftir Paris var vertur fyri OL í 1924, helt nevndin, at tað var sjálvfylgja at halda leikirnar í franska høvuðsstaðnum í 2024, fyri at hátíðarhalda 100 ára dagin.

Los Angeles vildi treyðugt gerast vertur í 2028, men tað eydnaðist umsíðir IOC-nevndini at tosa amerikonsku sendinevdina úr Los Angeles til rættis.

Los Angeles var eisini vertur fyri summar-Ol í 1932 og 1984, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065