Nýskipanin skal viðgerast og eftirmetast hvørt ár

bannari
Nýskipanin skal viðgerast og eftirmetast hvørt ár
Nakrar lógir afturat á veg í løgtingið. Tær eru um pengarnar í fiskivinnuni
Fiskivinnunýskipanin er nú komin aftur í løgtingið. Men seinasta orðið er ikki sagt. Høgni Hoydal boðar frá fleiri lógum.
 
15.09.2017 - 07:27

Fiskivinnunýskipanin, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fyri løgtingið í gjár, skal viðgerast og eftirmetast hvørt ár.

Landsstýrismaðurin leggur á hvørjum ári frágreiðing fyri tingið um tættirnar í fiskivinnuni.

Tað sigur Høgni Hoydal um uppskotið.

Hann boðar eisini frá øðrum lógaruppskotum, sum eru á veg.

Vinningsbýti í Føroyum

Tey skulu millum annað tryggja, at fiskivinnan verður skattað í Føroyum og, at vinningsbýtið verður verandi í Føroyum.

Ein lóg, sum skal forða fyri transfer-pricing, er eisini á veg.

Transfer-pricing er, tá samtøk, feløg ella einstaklinar í fleiri londum áseta innanhýsis prísin fyri vørur og tænastur.

Eisini leggur landsstýrið fram serstaka lóg um tilfeingisgjald í næstum, sigur Høgni Hoydal. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655