Føroyska kappingarføri munandi styrkt

Føroyska kappingarføri munandi styrkt
Sambært kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt, eru Føroyar nummar 38 á listanum yvir øll heimsins lond.
 
16.09.2017 - 09:43

Meðan vinnan í norðurlendsku grannalondunum metir skattastigið, skattareglur og forðandi reglur á arbeiðsmarknaðinum at vera størstu forðingarnar fyri vinnuligari framgongd, so er politiski óstabiliteturin størsta forðingin fyri vinnuligari framgongd í Føroyum.

Tað metir í hvussu er vinnan sjálv.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt eina kanning av kappingarføri Føroya.

Felagið spurdi 92 føroyskar fyritøkur við fleiri enn 20 starvsfólkum, og harumframt byggir kanningin á hagtøl frá Hagstovuni og Taks.

Í kanningini verða fyritøkurnar spurdar, hvørjar størstu forðingarnar eru fyri vinnuligari framgongd.

Svarið er politiskur óstabilitetur, tung almenn umsiting og landsstýris-óstabilitetur. Síðani koma atgongd til fígging og at ov látil orka verður brúkt til nýskapan.

Arbeiðsgevarar í hinum norðurlondunum gera líknandi kanningar, og teirra úrslit eru tikin við í nýggju kanningina hjá Føroy Arbeiðsgevarafelag.

Vinnan í Danmark, Norra og Svøríki metir skattastigið at vera størstu forðingina fyri vinnuligari framgongd.

Í Íslandi metir vinnan avmarkingar á útlendskt gjaldoyra at vera størstu forðingina, og í Finlandi eru forðandi reglur á arbeiðsmarknaðinum størsta forðingin fyri vinnuligari framgongd.

Politiskur óstabilitetur og tung almenn fyrisiting - sum eru høvuðs-forðingarnar hjá føroysku vinnuni - eru antin á fjórða ella fimtaplássi í hinum Norðurlondunum.

Arbeiðsgevarafelagið gevur eisini sítt boð uppá orsøkina.

-Hugsast kann, at knappligar lógarbroytingar og vantandi politiskar langtíðarsemjur eru millum orsøkirnar til, at vinnan metir politiskan- og landsstýris óstabilitet vera størstu forðingarnar.

Karmarnir kring fiskivinnuna hav averið óvissir seinastu mongu árini, og politiskar útsagnir um útlendskan kapital eru mótsigandi, sigur Arbeiðsgevarafelagið og nevnir sum dømi, at í fiskivinnuni skal útlendskur kapitalur út, men í alivinnuni er útlendskur kapitalur partvís vælkomin.

Sambært kanningini er føroyska kappingarføri munandi styrkt síðstu árini - Føroyar eru nummar 38 á listanum yvir øll heimsins lond. Í 2009 vóru vit nummar 79.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565