Landsroyndirnar skulu ikki vera lógarfest krav

19.09.2017 - 15:20
Innlendis
Landsroyndirnar skulu ikki vera lógarfest krav
Landsstýriskvinnan vil broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at landsroyndirnar ikki skulu vera lógarfest krav longur

Nógvir trupulleikar hava verið við landsroyndunum, serliga, tá tær skuldu talgildast. Nú fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at leggja uppskot fram fyri Løgtingið um at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at landsroyndirnar ikki skulu vera krav. Landsstýrisfólkið skal kunna gera av, um landssroyndir skulu haldast, og hvussu tær skulu vera.


Rigmor Dam heldur, at landsroyndirnar hava lagt óneyðugt trýst á skipanina, og hon vil geva skipanini meira tíð og rúm at arbeiða við slíkum royndum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810