- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófriðaligt í Barselona
Ófriðaligt í Barselona
Harðir samanbrestir hava verið millum løgregluna og fólk, sum fara á fólkaatkvøðu

01.10.2017 - 11:42
Í dag skal er fólkaatkvøða um loysing í Katalonia. Men tað gongur ikki friðaliga fyri seg.
Sambært fleiri keldum skjýtur spanska løgreglan við gummikúlum eftir fólki í Barselona.
Higartil eru 38 fólk særd, skrivar Reuters.
Tað er tingið í Katalonia, sum hevur samtykt at fólkaatkvøða skal vera um loysing.
Men spanska stjórin í Madrid sigur, at fólkaatkvøðan er ólóglig og í stríð við grundlógina.
Løgreglufólk hava tí frá morgunstundini verið úti á valstøðum at lata tey aftur, og taka atkvøðuseðlarnar frá fólki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























