Játtanin er brúkt

Játtanin er brúkt
Pengar eru ikki at gjalda lønir við restina av árinum. Tað er ikki annað gera enn at koyra fólk í feriu ella biðja tey avspáka, sigur Ronnie Midjord
 
12.10.2017 - 09:45

Játtanin er uppi, og ongir pengar eru at gjalda lønir við restina av árinum. Tí er ikki annað er gera enn at koyra fólk í feriu ella biðja tey avspáka.

Tað sigur Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.

Týsdagin greiddi hann frá í útvarpinum, at allar ikki-akuttar viðgerðir uttanlands eru útsettar til januar í 2018

Hann segði tó einki um, at alt virksemið á Landssjúkrahúsinum, sum kann bíða, skal bíða til januar í 2018. Játtanin er uppi, og pengar eru ikki at gjalda løndir við, sigur hann.

Og talan er ikki einans um sjúklingar, sum koma inn í skipanina nú - eisini planlagdar skurðviðgerðir eru útsettar, viðgongur Ronnie Midjord.

Spurdur um Landssjúkrahúsið ikki kundi biði um eykajáttan svarar hann, at landsstýriskvinnan hevur givið boð um, at játtanin skal haldast.

- Mappan er tóm - eg kann ikki gjalda lønir við ongum pengum, sigur Ronnie Midjord
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040