Trump skarvar aftur av Obamacare

Trump skarvar aftur av Obamacare
Í gjár skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, undir eina fyriskipan, ið fer at broyta heilsutryggingina, sum fyrrverandi forsetin setti í verk
Trump sigur, at hetta bara er byrjanin
 
13.10.2017 - 10:19

Donald Trump, forseti, skarvar nú aftur av Obamacare. Í gjár skrivaði hann undir eina fyriskipan, sum hevur við sær broytingar í heilsutryggingunum, ið komu í gildið, tá heilsunýskipanin hjá fyrrverandi forsetanum, Barack Obama, varð sett í verk.

"Útreiðslurnar av Obamacare hava verið so stórar, at tær oyðileggja alt, sum kemur í kjalavørinum av teimum", segði Trump, tá hann skrivaði undir fyriskipanina.

Við Obamacare fingu 20 milliónir amerikanarar, sum ikki frammanundan høvdu eina heilsutrygging, betri møguleika at tryggja seg.

Republikanarnir hava leingi roynt at taka heilsunýskipanina hjá Barack Obama av, men higartil hevur undirtøka ikki verið fyri tí í Kongressini. 

Trump sigur, at fyriskipanin, sum hann nú hevur skrivað undir, ber í sær, at fleiri milliónir amerikanarar nú fáa møguleikan at keypa sær bíligari heilsutryggingar í fleiri statum. 

Men heilsutryggingarnar fevna ikki um eitt nú barsilsfarloyvi, heilivág, ið bert verður útflýggjaður eftir ávísing, ella viðgerð av sálarligum sjúkum.

Demokratiski leiðarin í Senatinum, Chuck Schumer, sigur, at Trump er í holt við at "skræða heilsuverkið sundur". 

"Tá tað ikki eydnaðist honum at taka av Obamacare í Kongressini, roynir hann nú at leggja alla skipanina í oyði" sigur Chuck Schumer. 

Trump sigur hinvegin, at hetta bara er byrjanin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809