Føroyskir læknar stuðla dømdum donskum lækna

Føroyskir læknar stuðla dømdum donskum lækna
"Tað kundi verið eg" skriva danskir læknar í hópatali, eftir ein danskur lækni varð dømdur fyri vanrøkt. Nú stuðla føroyskir læknar eisini málinum
Føroyskir læknar á LSH vísa stuðul til starvsfelaga á Facebook: Læger på kirurgisk, medicinsk og anæstesiologisk afdeling på Landssygehuset, Færøerne, støtter sagen og vores kollega fra Svendborg
Mynd: Sara Larsen  
 
19.10.2017 - 09:34

Tað kundi verið eg, siga læknar í hópatali, sum í hesum døgum vísa stuðul til ein 40 ára gamlan lækna frá Svendborg Sygehus. 

Læknin varð dømdur 5.000 krónur í bót fyri "grovere eller gentagen forsømmelse eller skødesløshed i udøvelsen af sin virksomhed", eftir at ein sjúklingur við diabetes lat lív á sjúkrahúsinum. 

Sambært landsrættinum í Danmark var tað skyldin hjá dømda læknanum at fylgja upp á útskrivingar og eftirspurdar mátingar, ið læknin munnliga gav sjúkrarøktarfrøðingum, sum eisini vóru á vakt ta náttina. Soleiðis skrivar Fyens Stiftstidende

Nú hava føroyskir læknar á Landssjúkrahúsinum eisini víst stuðul til læknan og málið, sum í donskum miðlum hevur fingið heitið "Svendborg-sagen". 

Fyrst fríkendur síðani dømdur

Læknin varð av fyrstan tíð fríkendur í málinum, men ákæruvaldið kærdi avgerðina. Í august varð ungi læknin dømdur fyri brot á autorisatiónslógina hjá heilsufólkum. 

Dómurin kemst av einari hending í 2013, tá ein sjúklingur við sukursjúku varð innlagdur til observatión fyri búkilsku.

Læknin, ið nú er dømdur, bað ein sjúkrarøktarfrøðing um at máta blóðsukrið á sjúklinginum. Boðini vórðu givin munnliga. Men mátingin varð ongantíð framd.

Sjúkrarøktarfrøðingurin, ið fekk boðini, hevur sagt, at hann minnist ikki, at hann skuldi havt fingið hesi boðini. 

Boðini vórðu heldur ikki noterað í journalin hjá sjúklinginum, og yngri læknin fylgdi ikki upp á boðini viðvíkjandi blóðsukur-mátingini hjá sjúklinginum, ið doyði á sjúkrahúsinum tríggjar vikur eftir innlegging.

Leiðslan: óneyðugt at lesa sjúklingajournalar

Tá málið var fyri rættinum, vitnaðu fleiri sjúkrarøktarfrøðingar á Svendborg Sygehus, sum søgdu, at boðini frá leiðsluni á sjúkrahúsinum vóru, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki noyddust at lesa sjúklingajournalar, tá hetta tók týdningarmikla tíð frá sjúklingunum. 

Sjúkrarøktarfrøðingar hugdu tískil sjáldan ella ongantíð í sjúklingajournalin fyri at kunna seg. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at yngri læknin ikki noteraði blóðsukur-mátingina í journalinum hjá sjúklinginum.

Yngri læknin, ið nú er dømdur, var sostatt einasti persónur, ið visti, at sjúklingurin hevði sukursjúkuna, hóast sjúklingurin hevði verið í samband við fleiri læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. 

"Det ku have været mig" 

Eftir dómin hava læknar kring alt Danmark stuðla dømda læknanum undir átakinum #Detkuhaveværetmig.

Við hesum vísa læknarnir á, at tyngda sjúkrahúsverkið er orsøkin til tragisku hendingina, og at læknin ikki einsamallur skal standa við ábyrgdini. 

Harafturat er ein undirskriftainnsavning sett á stovn, har eggjað verður til, at fólk skriva undir, um tey halda, at dómurin í málinum elvir til ótta fyri rættartrygdina og arbeiðsviðurskiftunum hjá læknum, og at málið skal kærast, soleiðis at tað kemur fyri Hægstarætti í Danmark.

Undirskriftainnsavningin hevur í dag yvir 4.000 undirskriftir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981