NATO: Norðurkorea er ein hóttan

NATO: Norðurkorea er ein hóttan
Aðalskrivari í NATO, Jens Stoltenberg, sigur Norðurkorea vera eina hóttan ímóti øllum heiminum, og at NATO tekur undir við strangari tiltøkum
 
31.10.2017 - 07:53

Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, er í løtuni á vitjan í Japan, har hann skal hitta Shinzo Abe, forsætisráðharra, sum hevur sagt, at Norðurkorea er størsta avbjóðingin hjá nýggju stjórnini í Japan.

Norðurkorea hevur fleiri ferðir skotið rakettir inn yvir japanskt øki, áðrenn tær eru farnar í sjógvin.

Norðurkorea hevur framt fleiri royndarspreingingar og fleiri royndir við rakettum seinastu mánaðirnar, og tað hevur hvest orðaskiftið ímillum Donald Trump, forseta og Kim Jong-un nógv. Báðir hava hótt við at leggja londini í oyði.

Tí tekur NATO undir við strangari tiltøkum ímóti Norðurkorea, sum er ein stór hóttan, fyrst og fremst í Asia, men eisini ímóti øllum heiminum, sigur Jens Stoltenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391