- Tíðindi, mentan og ítróttur
126 lestraríbúðir á veg í Havn
Í gamla kommunuskúlabygninginum verða 33 íbúðir klárar at flyta inn í um ársskiftið. Harumframt eru 93 íbúðir í ger í Marknagili.
Fríggjadagin 3. november verður hátíðarløta í sambandi við at Finsen er liðugt umvældur, men enn ber ikki til at siga, hvat leiguprísurin verður, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum.
Leigukostnaðurin velst um hvat endaligi kostnaðurin verður, og tað vita tey fríggjadagin, sigur Andras Róin.
Umleið helvtin av íbúðunum í FINSEN eru eitt-rúms-íbúðir. Hin helvtin er tvey- og fýra-rúmsíbúðir.
Eisini í Marknagili eru lestraríbúðir í gerð.
Smápartafelagið Mark leggur í løtuni seinastu hond á 38 lestraríbúðir, sum verða klárar at flyta inn í eftir summarferiuna.
Sambært felagnum er eftirspurningurin eftir teimum 38 íbúðunum somikið stórur, at grundarlag er at fara undir annað byggistig beinanvegin. Talan er um 55 íbúðir í ymsum støddum, 12 íbúðir eru egnaðar til rørslutarnað.
Tær 38 íbúðirnar í Marknagili, sum verða klárar at flyta inn í fyrsta dagin, eru ávíkavist 15 og 30 fermetrar til støddar. Leiguprísurin er úr 4000 krónum upp í 6500 krónur um mánaðin, alt íroknað.
Sostatt verða helst 126 fleiri lestraríbúðir at leiga í Havn næsta skúlaár, men tað er altso óvist um tað verður til at lestrarvinarligan prís.
Bústaðir høvuðsumvælir í løtuni báðar lonirnar á Næmingaheiminum Undir Fjalli, sum felagið hevur yvirtikið.
Talan eru um 36 kømur í alt, sum hava kostað 1800 krónur í leigu, men bygningarnir vóru í sera vánaligum standi, og nýggi prísurin verður eftir, hvørjar útreiðslur Bústaðir hava havt av umvælingunum, sigur Andras Róin.