Fíggjarmálaráðið vísur ongan vilja at samráðast

Fíggjarmálaráðið vísur ongan vilja at samráðast
Tað vísur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á, nú lønardeildin skýrur lønarkravið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum alt ov høgt at ganga á møti
 
12.11.2017 - 21:52

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum vísti í tíðindaskrivi í dag á, at lønarkravið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er søguliga høgt. Lønardeildin skrivar, at fara hinir lønarbólkarnir at krevja sama lønarvøkstur, so fer tað árliga at kosta samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur aftrat. Tí metir lønardeildin krøvini at verða ómøgulig at ganga á møti. 

Men Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heldur, at trupulleikin er, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur víst vilja at samráðast, og tí brýtur fría samráðingarrættin. Felagið skrivar í tíðindaskrivi at: "Tað eru ikki samráðingar, tá Fíggjarmálaráðið hevur avgjørt frammanundan, hvat lønin skal verða, og noktar at flyta seg ein tumma. Hetta er brot á fría samráðingarrættin".

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar heldur, at Fíggjarmálaráðið við sínum tíðindaskrivi tykist vera áhugað í at samráðast í miðlunum. Og fløkjan av tølum, sum Fíggjarmálaráðið vísur á í tíðindaskrivinum, tykist mest vera ætlað at skula taka fokus frá veruligu støðuni ,sum er, at Fíggjarmálaráðið ikki virðir rættin hjá fakbólkum at samráðast hvør sær. Tað stendur í tíðindaskrivinum, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur sent miðlunum í kvøld. 

Felagið vísur á, at limirnir í felagnum fáa nógv minnið í løn enn aðrir starvsbólkar við samsvarandi útbúgving og ábyrgd, og at orsøkin til hetta er ein søguligur skeivleiki. "Fíggjarmálaráðið krevur við sínum treiskni, at vit bara skulu góðtaka henda skeivleika", stendur í tíðindaskrivinum. "Okkara áheitan er enn sum áður, at Fíggjarmálaráðið letur upp fyri lønarsamráðingum. Tað gevur lítla meining at skýra okkara krøv met høg, tá man als ikki nakrantíð hevur viljað samráðst um nøkur lønarkrøv" vísur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á í tíðindaskrivi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424