Betri Banki meldaður fyri villleiðing

Betri Banki meldaður fyri villleiðing
Skattamálið hjá Betri Banka snýr seg um, hvørt bankin tilvitað ella av grovum ósketni gav TAKS villleiðandi upplýsingar.
Savnsmynd
SØIK kannar nú skattamálið hjá Betri Banka
14.11.2017 - 19:50

Tað hevði stóran týdning fyri Betri Samtakið at leggja dent á, at tey høvdu upplýst TAKS til fulnar, áðrenn TAKS á sumri 2015 játtaði, at bankin hevði rætt til ein skattafrádrátt fyri goodwill. Tí tað er revsivert at upplýsa skeivt fyri skattavaldinum, men í skattamálinum er eitt nú dømi um, at bankin hevur sent TAKS ein javna, sum vísur hálva milliard skeivt. Bankin vísti heldur ikki TAKS á ivamálini, sum grannskoðarin hjá bankanum hevði víst á.

Kanningin hjá løgfrøðinginum Bárði Larsen av skattamálinum kom tí til niðurstøðuna, at tað møguliga lá eitt tilvitað val aftanfyri, at bankin gav TAKS misvísandi upplýsingar. At bankin tilvitað gjørdi hetta fyri sleppa undan skatti, og tí var málið meldað. Løgreglan hevur nú vent sær til SØIK fyri at kanna skattamálið til fulnar.

Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri Samtakinum, vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið, tí hann heldur ikki, at nakað nýtt er í málinum. hann sigur tó í stuttari viðmerking, at hann heldur, at tað er positivt, at SØIK verður tikin upp í kanningina hjá fútanum, tí so eru betri útlit fyri eini skjótari niðurstøðu, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065