Mannaættin er á veg útav eggini við jørðini

Mannaættin er á veg útav eggini við jørðini
Fyri 25 árum síðani ávaraðu 1.700 granskarar um, at mannaættin er á veg útav eggini við jørðini. Nú dagføra 15-túsund granskarar ávaringina
 
16.11.2017 - 08:11

Støðan er versnað, sigur granskararnir.

Eitt hevur tó eydnast okkum, - at stabilisera ozon-lagið. Annars hava vit brúkt seinastu 25 árini til at skaða umhvørvið skjótari enn nakrantíð áður.

Nakað soleiðis ljóða boðini frá 15-túsund granskarum úr 184 londum, sum júst hava almannakunngjørt greinina "World Scientists Warning to Humanity: A Second Notice", í tíðarritinum BioScience.

Hava ávarað fleiri ferðir

Fyrsta ávaringini kom í 1992. Tá skrivaðu 1.700 av heimsins leiðandi granskarum, - eitt nú hava 99 teirra fingið Nobel-heiðusløn, áheitan til mannaættina, um í stundini at seta tiltøk í verk fyri at avmarka oyðileggingarnar í umhvørvinum, veðurlagi og tilfeingi. Áheitanin varð send øllum heimsins leiðarum. 

Nú 25 ár seinni, meðan nýggir leiðarar sita saman á COP23-veðurlagsfundi, senda 15.364 granskarar nýggja, - og uppaftur meiri átrokandi ávaring.

- Vit hava gjørt so lítið, at umhvørvis og veðurlagstrupulleikarnir eru vorðnir nógv verri, enn teir vóru í 1992, siga granskararnir nú.

Ørkymlaðir granskarar

Serliga eru tað veðurlagsbroytingarnar, sum ørkymla granskarar:  - Útleiðingar av vakstrarhúsgassi frá lívrunnum brennievni, niðurhøgging av skógi og kjøtframleiðslan eru bara vaksin síðani 1992.

Eisini hava vit sett ferð á hóptýning av heimins djóra- og plantusløgum. Tað er sætta hóptýning í søgu heimsins - og tann fyrsta síðani meteorar og eldgos týndu risavaksnu eðlurnar, - dinosaurarnar, fyri 65 miljónum árum síðani, skrivar dr.

Við hesi áheitan mæla granskararnir til, at vit í stundini taka tey stig, sum eru neyðug fyri at vit ikki seta framtíð okkara í váða. Tey eru: 

  • - at minka fólkavøksturin í heiminum, 
  • - minka um vakstrarhúsgassini, 
  • - eggja til at menna og byggja út grøna orku, - 
  • - verja heimvistið hjá djóra- og plantulívi, 
  • - endurbyggja vistfrøðiskipanina, 
  • - steðga niðurhøgging av skógum, 
  • - avmarka dálking 
  • - og endurskoða okkara búskap, sum í dag er grundað á vøkstur.

Ábyrgdin er tín og mín

Nú eru tað vísindi, fjølmiðlar og borgarar, sum skulu leggja trýst á politikarar um at seta í verk tiltøk, siga granskararnir. 

Men framstig eru eisini  gjørd seinastu árini, siga granskararnir, - eitt nú í sambandi við íløgur í grøna orku, og skógarhøgging er minkað í nøkrum pørtum í heiminum. Men framstigini skulu bara henda skjótari, siga granskararnir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763