Viðgera uppskot um tilfeingisgjald

bannari
Viðgera uppskot um tilfeingisgjald
Tilfeingisgjald skal krevjast av serligum stórum vinningi, sum atgongdin til fiskiskap kann geva
 
16.11.2017 - 13:26

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um tilfeingisgjald.

Lógin leggur upp til, at tey, sum hava atgongd at veiða av føroyskum rættindum, skulu gjalda tilfeingisgjald fyri serliga stóra vinningin, sum atgongdin til fiskiskapin kann geva.

Serliga stórur vinningur verður útroknaður frá seinastu roknskapartølunum hjá flotanum, býtt á bólkar, fyri at staðfesta, hvussu stórur samlaði vinningurin er.

Tá ið gjørt verður upp, hvat hesin vinningurin er í ymsu bólkunum, verða rakstrarkostnaðir og útreiðslurnar til hýrur drignar frá. 

Tann serligi stóri vinningurin í prosentum av søluvirðinum fyri hvørt fiskaslag verður so gjaldið fyri komandi árið. 

Øll, sum eru í sama bólki, skulu gjalda sama gjald fyri kilo, so at tað loysir seg at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo í landingarvirði.

Í uppskotinum verður mælt til, at vinningur, størri enn 10 prosent av søluvirðinum, verður roknaður sum serliga stórur vinningur. Og av honum verða 70% ásett sum veiðigjald. 

Harumframt verður veiðigjaldið tillagað, um uppboðssøla hevur verið av fiska-slagnum. 

Uppboðssøluprísurin ávirkar veiðigjaldið í mun til, hvussu nógv verður boðið út av ávísa fiskaslagnum. 

Lógin fær ikki fullan virknað fyrr enn í 2020, og tí verður fyribils gjald sett á í 2018 og 2019 sum partur av avreiðingarvirðinum. 

Heimaflotin, t.e. trolarar, línuskip og útróðrarbátar, ið fiska botnfisk, fara sambært uppskotinum og útrokningunum, ikki at gjalda veiðigjald í 2018 og 2019.

Uppskotið varð sent til hoyringar, samstundis sum tað varð lagt fyri tingið.

Tá ið lógin hevur verið til hoyringar, verða hoyrings-svarini viðgjørd og møguligar tillagingar gjørdar, sigur Fiskimálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744