Noreg lækkar hóttanarstigið

Noreg lækkar hóttanarstigið
Norska trygdartænastan, PST, lækkar nú hóttanarstigið fyri, hvørji sannlíkindi eru fyri at yvirgangur verður framdur í Noregi
 
23.11.2017 - 06:33

Stigið verður lækkað úr "sannlíkindi eru fyri" til "møguleika". Tað er triðja av fimm stigum.

Orsøkin til lækkingina er, sambært fráboðan hjá PST, at broytingar hava verið hóttanarastøðuni seinastu tíðina.

Funnu bumbu

Í apríl í ár varð ein 17 ára gamal maður handtikin, eftir at løgreglan hevði funnið eina bumbu í Oslo. 

Sambært PST er óvissan í hesum máli í høvuðsheitinum greidd gjøgnum kanningararbeiði, og eingin ábending er um, at aðrir persónar vóru við í hendingini.

PST hevur heldur ikki funnið prógv fyri, at maðurin hevði samband við yvirgangsálopið í Stokkholm, men at hann fekk íblástur haðani.

Vesturheimurin hóttur

Radikaliseringin í Noregi til víðgongda islamismu er eisini minkað.

Men samstundis, sum hóttanin um yvirgang í Noregi er lægri, eru hóttanir móti fleiri vestanlondum framvegis álvarsligar.

- Islamskur Statur hevur nýtt rutur hjá flóttafólkum til at fáa operatørar inn í Evropa. Tað verður áhaldandi avbjóðing fyri øll lond í Evropa, sama á hvørjum hóttanarstigi hvørt einstakt land er á, stendur í fráboðanini til fjølmiðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784