Teistin fekk um skrúvuna

Teistin fekk um skrúvuna
Teistin sigldi ikki fyrrapartin, tí hann fekk um skrúvuna.
 
25.11.2017 - 12:52

Tá Teistin var á veg inn í Heyst í morgun, gjørdist manningin varðug við, at teir mistu olju úr stevnurørinum. Teistin sigldi tí aftur á Gomlu Rætt. Kavarar fóru niður at kanna, og tá vísti tað seg, at lína var komin um báðar skrúvurnar, greiddi Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, frá í tíðindum á middegi. Línan varð skorin av, og Teistin fór aftur í sigling klokkan hálvgum eitt.

Hetta er aðru ferð henda mánaðin, at Teistin fær línu um skrúvuna, tí annan november fekk skipið eisini línu um skrúvuna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006