Fiskimannafelagið: legg uppskotið til viks

Fiskimannafelagið: legg uppskotið til viks
Fiskimannafelagið mælir til, at landsstýrið fer undir eina tilgongd saman við vinnuni og manningarfeløgunum at gera eina fiskivinnuskipan
 
27.11.2017 - 09:26

Fiskimannafelagið mælir til, at landsstýrið leggur uppskotini um fiskivinnunýskipan og veiðigjøld til viks, og í staðin fer undir eina tilgongd saman við vinnuni og manningarfeløgunum at gera eina fiskivinnuskipan.

Felagið sigur í brævi til vinnunevndina, sum í løtuni viðger bæði fiskivinnunýskipanina og veiðigjøldini, at fleiri av teimum, sum eru í vinnuni, hava gjørt sær nágreiniligar hugsanir um, hvussu ein nýggj fiskivinnunýskipan kundi verið, teirra millum eisini Fiskimannafelagið.

- At taka aktørarnar við í eina tilgongd at skapa karmar fyri vinnuna, er ein væl kendur leistur frá øðrum londum, eisini í Føroyum, eitt nú, tá stig vórðu tikin at endurreisa alivinnuna, sigur Fiskimannafelagið í brævinum til vinnunevndina.

Á heimasíðu síni ávarar Fiskimannafelagið ímóti strámonnum, sum felagið sigur, ætla sær upp í vinnuna.

- Snildir, sum teir eru, vísa teir á, at ávísir reiðarar hava havt góð kor í nøkur ár. Hetta er við til at taða landið við øvund, soleiðis at tað verður lættari hjá teimum selja til útlendsk áhugamál.

- Samgongan má ikki lata seg draga upp á tráð av hesum, tí tað fer at koma føroyingum aftur um brekku. Tí eiga samgongufólk, ið eru góð við Føroyar, at steðga á, og leingja verandi skipan í tvey ár, sigur Fiskimannafelagið á heimasíðuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107