#MeToo og rættartrygd

#MeToo og rættartrygd
Er tú fyri kynsligum ágangi, skalt tú melda tað beinanvegin. Fert tú alment út við tí aftaná, kanst tú verða dømdur fyri útspilling
 
05.12.2017 - 10:23

Tað sigur Sigmund Poulsen, advokatur, í sambandi við nógv umrøddu metoo-bylgjuna.

Umfatandi metoo bylgjan kostar hvønn dag navnafromum monnum starvið - so seint sum í gjár varð orkesturleiðarin í Metropol Opruni í New York, James Levine, koyrdur til hús, meðan ákærur um kynsligan ágang vera kannaðar.

Dømdir við ákærum

Vandi er fyri, at menn verða dømdir longu við ákærunum, heldur Sigmund Poulsen, advokatur:

- Tað kann verða forstýrað av, at man nú aftaná setir fram skuldsetingar móti persónum, sum kunnu kennast aftur, sum ikki hava havt kjans fyri at verja seg fyri tí, og teir ikki eru meldaðir. Tí um onkur neyðtekur teg, so mást tú melda tað, sigur hann.

Nærum ómøguligt at prógva

Tað er ein trupulleiki, at tað er nærum ógjørligt at prógva nakað í tílikum málum, og tey koma sjáldan í rættin.

- Vanliga skal ein dómari hyggja eftir, hvørji prógv verða løgd fram í einari sak. Men í hesum sakum eru tað ofta bara tvey fólk, tað eru eingin teknisk bevís, tað er eingin skaði á fólk. Ein pástendur eitt, og hin pástendur eitt annað. Tað er fullkomiliga upp til dómarin, hvørjum hann trýr, sigur hann.

Men skrivar tú hashtaggið, og ákærurnar peika á ein avísan persón, skal tað halda í rættinum, sigur Sigmund Poulsen og leggur afturat, at man skal ansa eftir, áðrenn man brúkar hashtaggið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659