Nýggj avtala við ES

Nýggj avtala við ES
Føroyar og ES skrivaðu í gjár undir avtalu um sínámillum fiskirættindi fyri næsta ár
svartkjaftakvotan í ES sjógvi hækkar 1000 tons
 
09.12.2017 - 10:16

Avtalan inniber, at føroysk skip og skip úr ES-londum sleppa at fiska sløk 31.000 tons av makreli hjá hvør øðrum næsta ár, og tað svarar til lutfalsligu lækkingina av heildarkvotuni av makreli 2018.

Føroyar og ES skrivaðu í gjár undir avtalu um sínámillum fiskirættindi fyri næsta ár.

Føroyska svartkjaftakvotan í ES-sjógvi hækkar 1.000 tons upp í 31.500 tons. 

Fiskiskapurin eftir norðhavssild lækkar samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni, og sostatt kunnu føroysk skip og ES-skip fiska 4.000 tons av norðshavssild hjá hvør øðrum.

 

Tvær ferðir so nógvan hvítingsbróður

Kvotan av hvítingsbróðuri í ES-sjógvi hækkar 3.300 tons, upp í 6.000 tons næsta ár. 

Sildakvotan í Skagerak verður 200 tons, og føroysk skip kunnu eisini fiska 400 tons av sild i ICES-øki 4a í Norðsjónum.

Sostatt verður sildakvotan óbroytt.

Kongafiskakvotan, sum var 50 tons í grønlendskum sjógvi, dettur burtur næsta ár.

Kvoturnar av kongafiski, flatfiski og øðrum fiskasløgum hjá ES-skipum undir Føroyum minka næsta ár, men kvoturnar av toski, hýsu, upsa og blálongu verða óbroyttar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025