Høvuðsborgin niðurskrivað eftir boðum úr Danmark

Høvuðsborgin niðurskrivað eftir boðum úr Danmark
Fíggjareftirlitið kannaði BankNordik í heyst. Bankin fekk nøkur boð
BankNordik fekk boð um at niðurskriva nýggja høvuðssætið.
 
11.12.2017 - 13:15

Virðið á høvuðssætinum hjá BankNordik í Havn er nú 62 mió. kr., eftir at Fíggjareftirlitið bað bankan niðurskriva bygningin minst 16,7 milliónir krónur.

Bankin hevur eisini fingið boð um at avmarka marknaðin í Danmark og í Grønlandi og seta hámark fyri marknaðarpartin uttan fyri teir marknaðir, sum bankin fyrst og fremst er á.

Fíggjareftirlitið kannaði BankNordik í august og september.

Bank Nordik skrivar í fráboðan til keypskálan, at Fíggjareftirlitið hevur viðmerkingar um viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á úrslitið og kapitalin hjá BankNordik. 

Eru tikin við

Bankin skrivar, at hesi viðurskifti eru longu tikin við í roknskapinum hjá bankanum fyri triðja ársfjórðing í ár.

Onnur viðurskifti verða tikin til eftirtektar og avgreidd í næstu framtíð, sigur BankNordik.

Fíggjareftirlitið gav bankanum boð um at vissa sær, at nevndin regluliga fær at vita, hvat hendir í dótturfeløgunum, so nevndin veit, hvussu váðin er hjá samtakinum.

Í onkrum føri staðfesti Fíggjareftirlitið, at samsvar var ikki millum kredittstýring og kredittpolitikk bankans.

Størri útlán enn hinir

Útlánini hjá BankNordik eru býtt soleiðis, at 64 prosent eru til privat fólk og 36 prosent til vinnuna og tað almenna.

Útlánini hjá BankNordik eru hálva sættu ferð eginognina, sum er nakað meira enn hjá øðrum líka stórum peningastovnum. Har er miðaltalið 4,2 ferðir eginognina. 

Bankin fekk boð um meta KT-váðan, sambært KT-politikki bankans, og royna KT-tilbúgvingina meira enn higartil.  

Fíggjareftirlitið bað eisini bankan hava í huga, at krøvini um kapital vaksa, og tey seta bankanum stór krøv um at tjena pengar í ár og tvey tey næstu árini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928